Frá 1. mai næsta ár, sleppur eingin føroyingur longur í grind, uttan at hann fyrst hevur verið á skeið í at drepa grind.
Tað er úrslitið av eini nýggjari grindareglugerð, sum verður sett í gildi tá. Tá ið skeiðið er lokið, fær hvør grindamaður prógv um, at hann hevur verið á skeiði.
Les eisini: Jacob Vestergaard trekur at gjalda
Og tað prógvið skal hann hava við sær í grind og skal vera til reiðar at vísa tað fram, tá ið myndugleikarnir um tað.
Tað verða sýslumenninir sum skulu skipa fyri skeiðunum, har grindamenn skulu hava kunning um grindareiðskap, drápshátt, deyðseykenni hjá hvali og um grindareglugerðina. Frálærutilfar skal gerast og tað skal landsstýrið góðkenna.
Men enn er ikki greitt, hvussu skeiðið heilt ítøkiliga verður skipað, og hvar tey verða hildin, men sannlíkt verða skeið í hvørjum grindaøki.
Tað er heldur ikki greitt, hvussu langt skeiðið, skal vera, men Fiskimálaráðið hevur ásett, at tað skal vera minst tveir tímar.
Les eisini: Føroyingar skulu taka væl ímóti Sea Shepherd
Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum, ásannaði Jústinus Olsen, Djóralækni, at hann visti ikki, hvussu Fiskimálaráðið var komið fram til, at eitt skeið upp á minst tveir tímar er tað rætta.
Men hendan næsta tíðin skal brúkast til at útgreina, hvussu skeiðið skal skipast ítøkiliga.
Djóralæknin heldur eisini, at tað er væl skiljandi, at summi halda, at tað er eingin orsøk at senda royndar grindamenn á skeið.
Men tað koma nýggj ættarlið til og hann heldur, at tað neyðugt at læra tað unga fólkið.
Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðani varð talan um at broyta vápnalógina og ein broyting var, at øll, sum ogna sær byrsu, skulu á skeið at brúka byrsu. Tað elvdi til eitt ramaskríggj og tað vóru mong sum hildu hánt um, at nakar skuldi læra tey at handfara vápn. - Nøkur av teimum fyrstu, sum mótmæltu ætlanini at hava skeið í at handfara vápn, var Veiðimannafelagið sjálvt, staðfesti Jústinus Olsen.
Hann heldur, at tað var ein keðilg fráboðan. Tá heldur hann, at grindamenn hava tikið munandi betri ímóti hugskotinum at fara á skeið í at drepa grind.
- Alla aðrastaðni hava vit reglur um veiði, vápnabrúk, skeið og prógv og eg haldi, at tað er ógvuliga kærkomið, at vit fáa tað í sambandi við grindadráp eisini, sigur Jústinus Olsen.
Og at grindamenn einki hava ímóti at fara á skeið, var eisini fatanin, grindamenn sjálvir góvu í einum steðgi á aðalfundinum hjá grindamannafelagnum leygardagin. Teir grindamenn, vit tosaðu við, hildu í hvussu so er, at tað var fínasta slag.
|