Skulu sýna leiðslu í verki

Í vár hevur Skeiðsdepilin skipað fyri einum grundleggjandi leiðsluskeiði, sum byrjaði í februar og endaði 3. mai. Íalt vóru 17 luttakarar á skeiðnum.

Skeiðsdepilin skipaði fyri bæði eftir- og víðariútbúgving fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Tórshavn. Undirvísarar á Grundleggjandi leiðsluskeiðnum vóru Ingunn Eiriksdóttir og Eyðfríð L. Jacobsen.

Meginparturin av luttakarunum hava valt at tikið av tilboðnum frá Skeiðsdeplinum um at fara til munnliga próvtøku í “Leiðslu í verki” á Akademiútbúgvingini í juni 2012, har tey kunnu fáa prógv, sum telur 10 ECTS-stig.

Leiðararnir, sum hava luttikið á skeiðnum hava í sínari eftirmeting givið skeiðnum sera góð viðmæli. Tey meta seg hava fingið nógv burturúr, bæði tá tað kemur til tað fakliga og tá tað kemur til netverk.

Í heyst 2012 fer Skeiðsdepilin aftur at skipa fyri Grundleggjandi leiðsluskeiði í Havn við somu undirvísarum.

Luttakarar og lærarar: Frá vinstru: Eyðfríð L. Jacobsen (undirvísari), Elsa Wraae, Martin Jacobsen, Eyðun Joensen, Menning Geyti, Jens Sigurð Simonsen, Petur E. Poulsen, Høgni Kjeld, Símun Heinesen, Mikkel Hougaard, Høgni Olsen, Karin Elisa Niclassen, Naina Jespersen, Ingunn Eiriksdóttir (undirvísari), Símun J. Hansen.

Snorri Jøkladal, Jan Højgaard og Súsanna Danielsen vanta á myndini