Skulu sleppa at arbeiða fulla tíð

Nýggir tónar frá fakfeløgunum vilja framburð

- Tað er ikki nóg mikið, at tað loysir seg at arbeiða. Tey, sum vilja arbeiða meiri, mugu sleppa til til tað

 

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

 

Hann fegnast um, at tað er toliliga friðarligt á føroyska arbeiðsmarknaðinum

 

Størsti sáttmálin hjá Fíggjarmálaráðnum er við Lærarafelagið, og hann varð undirskrivaður hósdagin.

 

Samstundis eru manningarfeløgini og Fíggjarmálaráðið aftur farin til samráðingarborðið og verkfallið á Strandferðsluni er útsett.

 

- Talan er um sámiligar sáttmálar, tí fakfeløgini vísa samfelagsábyrgd, staðfestir Jørgen Niclasen.

 

Hann fegnast eisini um, at fakfeløgini hava broytt kós.

 

- Fyrr hoyrdu vit oftast fakfeløg krevja longri feriu og styttri arbeiðstíð. Men nú hava fakfeløgini hinvegin sterk ynski um at sleppa at arbeiða meir.

 

Formaðurin í Fólkaflokkinum staðfestir, at stór misnøgd er um, at nógv fólk í almennum starvi sleppa ikki at arbeiða fulla tíð.

 

- Hetta eru tónar, ið vilja framburð og hetta fer samgongan at gera nakað við, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Vilja vit hava framburð, mugu vit tryggja teimum sum vilja, møguleikan at arbeiða meir

 

Hann heldur, at flatskatturin er ein politiskur stórsigur, tí nú loysir tað seg at arbeiða.

 

- Men tað er ikki nóg mikið, tí tey, sum vilja, mugu sleppa at arbeiða meir.

 

Jørgen Niclasen sigur, at samgongan hevur eisini sett sær fyri at krevja av almennum stovnum, at teir taka inn lærlingar.

 

Myndin er av fólki á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í gjár.

 

Sí fleiri myndir frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum við at TRÝSTA HER