2.deildarliðini hjá Skála og ÍF skulu spæla seinastu átta minuttirnar av dystinum, sum bleiv avblástur í vindinum 17. septembur á Skála. Dómarin valdi at floyta av, tá málverjin hjá ÍF gýppaði allar bóltarnar av vøllinum.
ÍF er longu flutt upp í 1.deild, meðan Skála liggur triðja plássi. Skála var á odda 2-0, tá dómarin átta minuttir fyri tíð ikki metti, at hann hevði nakran annan møguleika, enn at floyta dystin av, tí ongir bóltar vóru eftir.
- Kappingarnevndini er komin fram til, at teir seinastu átta minuttirnir av dystinum skulu spælast, tí ongin dystur skal vera óavkláraður, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum.
Hann leggur afturat, at dysturin byrjar har sum hann endaði. Tað vil siga, teir somu 22 spælararnir skulu vera á vøllinum teir seinastu átta minuttirnar. Tað kann blíva ein avbjóðing, tá talan er um 2.deild og spælarar, ið ikki hava fótbóltin í fremstu røð.
- Um so verður so hava vit eina nýggja støðu, men eg vóni og vænti at hetta verður loyst á virðiligan hátt, sigur Róin Schrøter.
Tað var nógvur vindur á Skála tann dagin, men dómarin metti at dysturin skuldi spælast alíkavæl. Tað var sum skilst í mótvindinum, at ÍF málverjin metti at tað var fragari, at gýppa bóltarnar av vøllinum og oman móti skipasmiðjuni, heldur enn at seta bóltin í spæl.