Skulu tryggja at grindin fer aftur til havs

GRINDAMERKING Fyri at sleppa undan, at ein hending, sum tann í Hvalba í heyst, endurtakur seg, skal mannagongdin nú broytast, tá ið grind verður merkt

- Vit eru øll eru líka kedd og skelkað av, hvussu tað gekst, tá ið ein grind varð merkt í Hvalba í heyst.
Tað staðfesti Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, á aðalfundinum hjá felagnum leygardagin.
Hetta var ein tann mest umrødda hendingin í fjør og tað slapst ikki undan, at tilburðurin varð nevndur á aðalfundinum.
Talan var um eina grind í Hvalba, sum var merkt.
Men grindin vildi ikki til havs aftur, tvørtur ímóti svam hon upp á sandin.
Men ein merkt grind er friðað og tískil var tað ólógligt av grindamonnum at taka lívið av henni, hóast teir stóðu til reiðar.
Men tað gingu fleiri tímar, áðrenn loyvi fekst frá Náttúrugripasavninum at drepa grindina.

Kedd og skelkað
- Vit eru øll líka kedd og skelkað av, at tað skuldi ganga soleiðis, ikki minst tey, sum høvdu glett seg til enn fleiri vísindalig úrslit við tað, at nú kundu tveir merktir bólkar svimja sínar leiðir her í Norðurhøvum, sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Hann sipar til, at stutt frammaundan varð eisini ein grind merkt í Vági.
Men formaðurin í Grindamananfelagnum ásannar, tað gongst ikki altíð, sum vit ætla og vóna, og ytru umstøðum eru vit ikki harrar á.
- Tað, sum hendir aðrastaðni, at hvalir svimja seg upp á turt aftur, hendi eisini her hjá okkum henda dagin í Hvalba.
Men formaðurin í Grindamannafelagnum staðfestir, at vit mugu ikki halda upp at at merkja grind, tí tað gevur okkum virðismikla vitan, sum kemur okkum til góðar seinni.

Skulu hava ábyrgdina
Eisini Bjarni Mikkelsen, granskari á Náttúrugripasavninum, sum stóð fyri miseydnaðu merkingini í Hvalba, harmaðist um tað, sum var hent.
Og hann staðfesti, at framyvir verður tað so, at verður ein grind merkt, verður tað eisini Náttúrugripasavnið, sum skal taka ábyrgdin av at fáa grindina til havs aftur og miseydnast tað, skal hon avlívast skjótari.
Hinvegin heldur Ólavur Sjúrðarberg, at vit eiga at endurskoða grindareglugerðina fyri at fyribyrgja slíkum sum hendi í Hvalba.
Tí heldur hann, at tað eigur beinleiðis at standa í grindareglugerðini, at tá ið grind verður merkt, skal Náttúrugripasavnið tryggja, at grindin fer aftur til havs, ella at hon verður avlívað, áðrenn vit eru komin í eina støðu, har grindin pínist.

LES EISINI: Politiið skal taka ólógligan grindareiðskap í staðnum