Fyrrverandi forsætisráðfrúa í Svøríki og forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, segði við svenska miðilin Dagens ETC í dag, at Svøríki eigur at vera til reiðar at senda herfólk til Grønlands, um tað verður neyðugt.
Í samrøðu varð hon spurd: "Kundi tað enntá verið viðkomandi at sent svenskar hermenn til Grønlands í hesi støðu?"
– Sjálvandi saman við øðrum, svaraði hon.
Magdalena Andersson segði, at tað er umráðandi, at evropeisk lond stuðla Danmark og Grønlandi, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur upplýst, at hann vil "hava" Grønland.
– Tað er sjálvandi umráðandi, at Svøríki og øll evropeisk lond í felag standa aftanfyri Grønland og Danmark, segði hon.
/Ritzau/











