VB
Alt bendir á, at Rannvá Augustinussen leygardagin fyri fyrstu kann taka ímóti FM-steypinum í kvinnuhondbólti. Kappingarárið í ár er fyrsta árið hjá henni sum liðskipari hjá VB, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið gott.
- Vit ætla okkum at enda árið ordiligt við at vinna á Stjørnuni, men tað verður ikki lætt. Eg ivist ikki í, at tær ætla at vísa nakað, og vit kunnu vænta okkum ein truplan dyst, heldur VB-liðskiparin.
Rannvá Augustinussen sigur, at hesar seinastu vikurnar hevur kappingin verið sera lítið hugalig, tí dystirnir hava einki havt upp á seg.
- Tað hevur verið ræðuligt. Eingin hevur havt nakað at spælt fyri, og tað hevur virkað sum um, at dystirnir bara hava verið nakað, ið skuldi avgreiðast, sigur hon.
Rannvá sigur, at vágbingar væntandi fara manssterkir til Klaksvíkar leygardagin at taka ímóti gullinum, og hon ivast ikki í, at tað verður skipað fyri onkrari veitslu í Vági leygarkvøldið.
Dysturin móti Stjørnuni verður eisini sermerktur á tann hátt, at onkur spælari á VB-liðnum takkar fyri seg.
- Arnleyð Hjelm hevur boðað frá, at hon fer at gevast. Eisini er greitt, at Aukse Vysniaskaite leygardagin spælir sín síðsta dyst fyri VB. Hon hevur leingi sagt, at heimlongsulin er so mikið stórur, at tá ið hetta kappingarárið var av, kom hon ikki aftur til Føroya at spæla, greiðir Rannvá Augustinussen frá.
Sjálv býr Rannvá eisini í Havn, og tað er tí nærliggjandi at spyrja, hvussu leingi hon fer at blíva við at ferðast suður í vikuskiftinum at spæla dystir, ella um hon fer at skifta til eitt av feløgunum í meginøkinum.
- Tað er strævið ikki at fáa vant regluliga saman við hinum, men eg vænti ikki, at eg fái loyvi til at skifta í okkurt annað felag, heldur Rannvá skemtandi fyri. Hon leggur afturat, at hóast tað mangan er troyttandi, so uppvigast tað av, at tá ið man spælir við VB, so veitst tú, at møguleikin fyri at vinna gull er góður.