Skulu vit bara lata Danmark gjalda

Søguliga sæð, so hava vit sum Føroyingar verið ein inntøkukelda fyri tað kongadømi sum vit hava verið partur av.

 

Tað kann staðfestast longu í fornaldarsøgu okkara, hvar umboðsmenn fyri kongsveldi jú kravdu skatt upp í Føroyum og fóru av landinum við honum.

Eisini einahandilstíðin í miðaldarsøgu okkara, hvar ymiskir forvaltarar sendu pening av landinum er staðfesting um hesa sannroynd.

Einahandilstíðin er ikki av, hóast forvaltararnir eru fluttir av landinum. Enn sita forhandlarar í Danmark, sum hava einahandil uppá vørur sum koma uttanlendis frá til Føroya.

Júst hvussu nógvur peningur liggur eftir í danska samfelagnum, av teim handlum sum føroyingar gera við handilsmenn í øðrum londum, er tað helst eingin sum hevur eitt nágreiniligt boð uppá.

Men at talan er um stórar upphæddir er eingin í iva um.

Til fólkatingsvalið hesaferð er støðan greiðari í ríkisrættarliga spurninginum enn nakrantíð fyrr.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara á fólkatingi at virka fyri framhaldi av eini skipan sum líkist núverandi skipan.

Í beinleiðis útvarpssending sunnukvøldið 11. novembur komu nøkur sjónarmið fram, sum klárt og tíðuliga boðaðu frá hvat føroyingar kunnu vænta sær, um hesir flokkar fáa mann valdan á fólkating.

Umboð sambandsfloksins bar fram, at bæði persónliga frælsið og vælferðin vóru óloysiliga tengd at ríkisfelagsskapinum.

Umboð javnaðarfloksins bar fram, at javnaðarflokkurin vil verja virðini sum liggja í ríkisfelagsskapinum.

Vit sum hava aðra stevnu enn áðurnevndu samríkisflokkar, ynskja at byggja persónliga frælsið og vælferð okkara á egnu virði, herundir eisini tey virði sum av røttum áttu at ligið í føroyska samfelagnum.