Tað er nógv, sum bendir á, at nýtslan í Føroyum at rúsdrekka, sum verður innflutt tollfrítt er veksandi.
Tað verður staðfest í heildarætlanini, sum Karsten Hansen hevur fingið í morgum um rúsdrekkapolitikkin í Føroyum í framtíðini.
Tað eru nógvar meiningar um, antin tað skal vera loyvt yvirhøvur, at innflyta tollfrítt rúsdrekka til Føroya.
Men í heildarætlanini verður ongin støða tikin til, um tað skal vera loyvt at selja tollfrítt ella ikki.
Tvørtur ímóti kasta tey spurningin út til alment kjak, um tað skal vera loyvt ella ikki.
- Sæð útfrá einum heilsupolitiskum sjónarhorni, stríðir tollfría sølan ímóti tí tálmandi rúsdrekkapolitikkinum um avmarkaða atkomu, tí prísurin á rúsdrekka er lutfalsliga lágur í hesum sølum. Við tað, at alt fleiri ferðast – og ferðast oftari – er atkoman til bíligt rúsdrekka vaksin munandi.
Samstundis vendir tað sosialt skeivt, tí tað eru bara tey, sum hava ráð at ferðast, sum kunnu keypa tollfrítt.
Tollfría sølan ger, at Rúsan missir inntøku. Men verður hon avtikin, fer tað at kosta arbeiðspláss í ferðavinnuna, samstundis sum tað tollfría er ein týðandi inntøka hjá flokvøllinum, umramt hjá Smyril Line og Norrønu. Og missa tey tær inntøkurnar, skulu tær útvegast aðrastaðni frá, og tað fer helst at føra við sær, at ferðaseðlarnir fara at dýrka eitt sindur.
Mett verður, at árligi umsetningurin frá sølubúðini á Vága Floghavn er 45 milliónir krónur.
Í Noregi er niðurstøðan tann, at tollfría sølan er við at tryggja undirtøkuna fyri tálmandi rúsdrekkapolitikkinum í Noregi, tí henda søla virkar sum ein ventilur, ið ger, at almenningurin hevur lættari við at góðtaka høgu avgjøldini annars.
Hinvegin er tað ein trupulleiki, at føroyskir myndugleikar hava ongar upplýsingar um tollfríu søluna, og tí verður mælt til, at tey, sum selja tollfrítt, skulu útvega myndugleikunum upplýsingar, so at tað ber til at gera hagtøl fyri tað, sum verður selt tollfrítt.