Skulu vit ikki uppklára brotsverk?

Hvussu skulu vit gera mannalív upp í pengum, spyr Johan Dahl

Verður hetta ikki sett í verk, er hetta tað sama sum at siga, at vit skulu ikki uppklára brotsverk

Tað sigur Johan Dahl Landsstýrismaður í vinnumálum. Og tað, hann sipar til, er at geva løgregluni rúmari ræsur at loynilurta eftir fólki

 

Hann er grundleggjandi ósamdur í sjónarmiðunum, Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, leggur fyri dagin aðrastani her á in.fo.

 

Bill Justinussen er heilt fortørnaður um ætlanina at gera løgregluni rúmari ræsur at loynilurta eftir fólki, tá ið illgruni er um álvarsom brotsverk.

 

Hann heldur, at nógva staðni hevur ræðslan fyri yvirgangi ført til at fólk eru undir so strongum eftirliti allastaðni, at vit hava mist okkara persónliga frælsi.

 

Hann heldur, at vit skulu ikki boyggja knø fyri yvirgangskroppum. Vit eiga ikki at sleppa okkara frælsi og so mugu góðtaka tær avleiðingar, tað onkuntíð hevur við sær.

 

Sostatt heldur hann ikki, at vit skulu seta somu eftirlitsskipanir í verk í Føroyum, sum tey hava í øðrum londum fyri at uppklára okkurt einstakt brotsverk.

 

Les eisini: Vit skulu tola eina yvirgangsatsókn av og á

 

Hesum hugsunnarhátti er landsstýrismaðurin í vinnumálum púra ósamdur í.

- Hvussu vit skulu gera mannalív upp í pengum, spyr Johan Dahl.

- Vanliga siga vit, at mannalív kann ikki gerast upp í pengum. Men veruleikin er, rættiliga nógv mannalív fara fyri skeyti, tí at møguleikarnir fyri eftirliti eru ikki nóg góðir, leggur hann afturat.

 

Hann hevur fingið upplýst, at í Danmark verður sagt, at upp til 90% av tí narkokriminalieteti, sum verður avdúkaður, verður avdúkaður av just hesum eftirlitinum, talan er um at seta í gildi í Føroyum.

 

- Seta vit ikki hetta í gildi, er tað tað sama sum at siga, at vit mæla frá, at brotsverk verða uppklárað.

 

- Men sum samfelag er tað okkara skylda sum, at vit gera tað, vit kunnu at fyribyrgja brotsverkum, sigur Johan Dahl.

 

Heldur ikki Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin er samdur við tingmannn hjá Miðflokkinum

 

Hann heldur, at sjónarmiðini hjá Bill Justinussen um at varðveita persónliga frælsi, eru rættiliga dámlig.

 

- Men Bill Justinussen heldur, at vit so eiga vit eisini at liva við bumbuhóttanunum og tí, sum tað ber við sær.

 

- Men tað kortini rættiliga óbehagiligt hjá teimum, sum er til staðar, har bumban brestur, legði hann speiskliga afturat.

 

Hann heldur, at tað eisini eitt slag av frælsi, at vit hava trygd fyri, at løgreglan ansar eftir hampafólki og hevur eyguni eftir brotsfólki og yvirgangsmonnum.