Skúvoyingar rokast í stórseiði

Seinnapartin í gjár fingu skúvoyingar 435 stórseiðir á dorg í umleið hálvan triðja tíma.

Tveir teir fyrstu dagarnar í hesi vikuni rokaðust skúvoyingar rættiliga í stórseiði. Ein bátur var og dyrgdi mánadagin og fekk eina stóra rúgvu av seiði, og í gjár vóru menn á einum øðrum báti og royndu eydnuna.

 

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, var sjálvur triði á bátinum, sum var og dyrgdi seinnapartin í gjár. Hann sigur, at teir loystu um 15-tíðina og vóru burtur í umleið hálvan triðja tíma.

 

- Vit royndu út fyri bygdini í Skúvoy og suður úr bygdini. Her var smekkfult av stórum og góðum seiði at fáa. Seiðurin er spikafeitur og fullur í nebbasild.

 

Harry Jensen sigur, at tá talt var upp í stóru rúgvuni, høvdu teir 435 stórseiðir, sum eitt nú verða gjørdir til knettir og frikadellir, og helst verður nakað greipað og hongt upp at ræsa.

 

- Menninir, sum dyrgdu her um somu leiðir dagin fyri, fingu nærum líka nógv, sum vit fingu í gjár. So, her stendur bæði nógvur og góður seiður tætt undir landi, leggur hann aftrat.

 

Borgarstjórin veit at siga, at lundin hevur borið sild í summar, og líkt er til, at nakrar lundapisur eru komnar undan. Í heyst eru eisini ternungar komnir undan, og tað eru nógv ár síðan seinast.

 

- Jú, tað sær út til, at okkurt er broytt, soleiðis at umstøðurnar hjá fuglinum er vorðnar nakað betri, enn tær hava verið í fleiri ár. Men, skal nøkur verulig broyting síggjast, sum ger mun, er neyðugt, at henda gongd heldur fram - og varar meira enn hetta eina árið, sigur Harry Jensen.