Sjálvt argastu politisku mótstøðufólki sláa nú ring um forkvinnuna í danska javnaðarflokkinum, Helle Thorning-Smith, eftir at enn eitt skattamál er grivið upp av fjølmiðlunum í hesum føri dagblaðnum B.T.
Mín fatan er, at hon er eitt ordiligt og reiðiligt fólk, sum eg ikki kann finnast at, sigur konservativi floksformaðurin, Lars Barfoed.
Heldur ikki forsætisráðharrin úr Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, vil finnast at Helle Thorning-Schmidt, men vil í staðin kanna til botns, hvussu tað ber til, at miðlar so lætt kunnu fáa fatur í viðkvæmum persónsupplýsingum.
Politiski viðmerkjarin hjá danska kringvarpinum, Jens Ringbjerg, heldur donsku politikararnar vera troyttar av, at valstríðið ferð eftir ferð verður gruggað av persónssøgum, heldur enn sjálvum politikkinum.