Sløkkiliðini í Kalifornia geva upp

Skógareldurin í Kalifornia er so umfatandi, at sløkkiliðini fáa einki gjørt. Sløkkiliðini í Suður-Kalifornia hava givið upp vónina at fáa bast skógareldinum, sum herjar í Suður-Kalifornia. Tað er somikið nógvur vindur, at skógareldurin fer at røkka Stillahavinum, áðrenn hann slóknar. Hetta boðar sløkkiliðsleiðarin í San Diego; Kirk Humpries frá í dag. 1.600 hús eru brend niður í økinum. Fimm fólk eru deyð, og 40 hava fingið brunasár. Myndugleikarnir royna at gera fyribils miðstøður fyri øll tey, sum eru komin undan skógareldinum.