At stíga fótin á hægsta fjall okkara við sínum 882 m er hvørja ferð eitt upplivilsi. At hava Føroyar allar í vakurleika sínum fyri fótum, gevur eina bergtakandi kenslu, sum ikki er løtt at lýsa í orðum, men má upplivast.
Hetta er seinastu ferð, at áður nevndu ferðaleiðarar skipa fyri hesum túri í ár. Túrurin tekur uml. 3 tímar og í minsta lagi 7-8 fólk mugu tekna seg, um hann skal verða veruleiki. Hann kostar 100 kr. og er ókeypis fyri børn. Til ber at tekna seg hjá ferðaleiðarunum og á kunningarstovunum í Runavík og Fuglafirði. Veðrið er kortini altavgerandi. Tey, ið ætla sær við eiga at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað.