Sláið Ring fingið nýggjan formann

Sláið Ring, Landsfelag Føroyskum dansi at frama, hevði ársaðalfund leygardagin 15. november á Landsbókasavninum.

Formaðurin hesi seinastu 5 árini, Regin Eikhólm, stóð fyri vali, men stillaði ikki uppaftur. Sum nýggjur nevndarlimur varð vald Julianna Joensen, Sandur. Nevndin hevur skipað seg við Regin Debess, Toftir, sum nýggjur formaður. Oddvør Johannesen, Dalur, heldur fram sum kassameistari og næstformaður meðan Julianna Joensen, Sandur, verður skrivari. Allir tríggir tiltakslimirnir vóru afturvaldir, og teir eru Árni Dahl, Tórshavn, Eli Poulsen, Sumba og Heini Mohr, Klaksvík.

Sláið Ring hevur saman við mongum ørðum arbeitt miðvíst fyri at vinna kvæðamentan okkara heimarætt í skúlanum, og heimarætt fær okkara kvæðamentan í nýggju fólkaskúlalógini, sum fær gildi frá 1. august 1998. Í §8, sum er um kravd undirvísingarevni í hóskandi lærugreinum og á hóskandi aldursstigum, stendur sum punkt 1: Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur. Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring sett eina »Undirvísingarnevnd í Sláið Ring«, sum skal kunna dugna skúlamyndugleikunum í fyrireikingini og vegleiðingum innan kravda undirvísingarevnið um kvæðamentan og føroyskan dans. Nevndin er longu farin til verka, og teir sum mynda nevndina eru Árni Dahl, Tórshavn, Jens Dalsgaard og Bynne Lamhauge Glyvrar, og Regin Debess, Toftir, allir lærarar við drúgvum royndum innan økið.

Áhugin hjá ungdómi at dansa føroyskan dans er vaksandi, og á aðalfundinum var uppskot frá ungdómi í einum av okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt felags tiltak um føroyskan dans. Uppskotið fekk góða móttøku, og Sláið Ring átók sær at finna kontaktpersónar og at stuðla einum møguligum tiltaki.

Eitt nýtt dansifelag, Dansiringurin við Høgadalsá, Kaldbak, er komið aftrat í Sláið Ring, so nú telur limaskarðin 16 dansifeløg.

Útgávan av Føroya Kvæði, sum Sláið Ring hevur arbeitt við, er ikki endaliga avrádd enn. Sláið Ring er kunnað um, at Emil Thomsen hevur ætlanir um at útgeva »Føroya Kvæði« sum eitt 40 bind verk, harav 5 bind skulu koma út í 1998. Niðurstøðan á fundinum var tí, at Sláið Ring eigur at bíða eitt sindur enn, fyri at síggja hvussu leikur fer.