- Tað er einki at ivast í, at Jacob Vestergaard hevur veirð ein framúr landssyrismaður í fikivinnumálum. Eg fari at gera mítt besta, men er vil gera greitt, at eg og Jacob eru púra samdir politiskt, so tað verður sama linjan, sum verður førd, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er einki at taka seg aftur í, at størsta avbjóðingin uttan iva verður makrelurin.
- Tað verða samráðingar um ikki so langa tíð, og tað er sjálvsagt, at vit føroyingar eiga at krevja okkara rætt av okkar sjálvsagda tilfeingi. Vit fara ikki at leggja okkum skerflatar fyri nøkrum, so tað verður sama linja, sum higartil, sigur Jákup Mikkelsen.
Ætlanin er at krevja somu kvotu, sum Jacob Vestergaard einsæris tilskrivaði Føroyum í ár.
- Ja, sjálvandi, fáa vit eitt so gott tilboð, at tað er rætt at taka av, so gera vit tað, men vit fara ikki at slaka í okkara sjálvsagda rætti til tilfeingi, sigur Jákup Mikkelsen.
Nýggi fiskimálaráðharrin ætlar sær eisini at hyggja nærri eftir kørmunum hjá útróðrarflotanum.
- Tað verður eitt tað fyrsta, eg fari at hyggja eftir. Tað er felt niður í samgonguskjalið, at hesi viðurskifti skulu endurskoðast, og tað fari eg eisini at taka stig til, sigur Jákup Mikkelsen, nýggjur fiskivinnuráðharri.