Slakar 9 miljónir krónur í avlopi

Gongst, sum sitandi býráð í Tvøroyrar kommunu miðjar eftir, fer raksturin næsta ár at geva eitt avlop á 8,9 miljónir krónur.

Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár fíggjarætlanina fyri 2017, sum javnvigar við 84,266 miljónum krónum. Skattaprosentið lækkar komandi ár við 0,55 prosentum - úr 22,45 niður í 21.90 prosent, og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár, 5.000 krónur.

 

- Inntøkurnar av persónskatti fyri 2017 eru mettar til 55,1 miljónir krónur, og inntøkurnar av partafelagsskatti eru mettar til 1,5 miljónir krónur - ella tilsamans 56,6 miljónir krónur.

 

Tvøroyrar býráð vísir á, at inntøkurnar samanlagt komandi ár - íroknað afturbering fyri eldraøkið - eru mettar til 73,3 miljónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 miljónir krónur. Soleiðis verður avlopið í rakstrinum væntandi 8,9 miljónir krónur.

 

Høvuðsíløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru settar til 16,438 miljónir krónur, og fevna tær um hesi øki: Fyrisiting (300.000), Børn og ung (3.349.125), Undirvísing (740.000), Mentan og frítíð (325.000), Teknisk mál (8.498.440) og Kommunal virki (3.225.000).

 

- Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku og likvidum peningi, siga Kristin Michelsen, borgarstjóri og Henrik Weihe Joensen, kommunuskrivari í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.