Tað er greitt, at íslendska samgongustjórnin millum Samfylkingina og Vinstri-grøni er fallin. Um vinstra venda stjórnin verður avloyst av høgra stjórn, ella um talan verður um samgongu tvørtur um miðjuna er ikki greitt enn.
Tølini siga, at andstøðuflokkarnir fýra tey seinastu árini Framsóknarflokkurin og Sjálfstæðisflokkurin so rudduliga vunnu valið. Flokkarnir eiga greiðan meiriluta í nýggja Altinginum 38 av 63 tingmonnum og tískil ber tað teimum væl til einsamallir at skipa stjórn. Eygleiðarar í Reykjavík siga, at tað er møguleiki fyri, at talan verður um borgarliga stjórn, men at annar møguleiki er samgongustjórn millum Framsóknarflokkin, sum er stóri vinnarin á valinum hesa ferð, og tveir aðrar flokkar.
Sjálfstæðisflokkurin er størsti flokkur við 26,7% og v19 tingmonnum (16), men størstu framgongdina hevur Framsóknarflokkurin, sum nú hevu 24,4% av atkvøðunum og 19 (9 tingmenn). Samfylkingin hevur 12,9% og 9 (20) tingmenn, og Vinstri-grøni hevur 10,9% og 7 (14) tingmenn. Tveir nýggir flokkar vunnu upp um tinggáttina: Bjørt framtíð, sum vann 8,2% og seks tingmenn, og Piratflokkurin, sum vann 5,1% og tríggjar tingmenn. Níggju aðrir flokkar bjóðaðu seg fram, uttan at teir vunnu upp um tinggáttina, sum er 5,0 prosent.
Soleiðis sum siðvenjan í Íslandi er, so verður roknað við, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, fer at heita á formannin í størsta flokkinum, Sjálfstæðisflokkinum, um at skipa stjórn. Formaður í Sjálfstæðisflokkinum er 43 ára gamli Bjarni Benediktsson. Í formansorðaskiftinum í nátt fjaldi Bjarni Benediktsson ikki yvir, at hann metir tað vera skilabest, at talan verður um samgongu millum teir báðar stóru borgarligu flokkarnar. Eygleiðarar vístu í nátt á, at tað eisini er møguleiki fyri, at Framsóknarflokkurin fær forsætismálaráðharran í tvey flokka borgarligari stjórn.
Formaður í Framsóknarflokkinum er 38 ára gamli Sigmundur Davíð Gunnlaugsson. Hann vísti í nátt ikki aftur møguleikan fyri borgarligu samgonguni, men hann duldi ikki, at hann eisini sá møguleikar fyri tríflokka samgongum, har hann sjálvur verður forsætismálaráðharri. Hann tóktist ikki sørt áhugaður í at hava Samfylkingina við í stjórnarsamstarvið.
Tað plagdi at taka eina ella fleiri vikur at skipa stjórn í Íslandi, men hesar seinastu ferðirnar hevur talan bara verið um dagar frá tí, at valið hevur verið, og inntil tað hevur verið greitt, hvørjir flokkar fara í samgongu.