Makodonia vann 2-0, tá teir í gjárkvøldið tóku ímóti Íslandi. Málini skutu Aco Stojkov og Filip Ivanovski eftir ávíkavist 10 og 86 minuttum. Makedonia er nú á triðja plássi í bólki 9, har Holland longu hevur vunnið seg víðari til HM-endaspælið. Ísland er nú á fjórða plássi við fýra stigum, meðan Noreg enn sum áður er aftast. Noreg tapti hesa ferð 2-0 á útivølli móti Hollandi.