Travel Mart
Unn á Lað umboðaði Samvit, tá vit vitjaðu á Vestnorden Travel Mart týsdagin.
Stjórin á Samvit, Elin Heinesen, hevði aðrar uppgávur úti á gólvinum hesa løtu, har hon fylgdist við útlendskum gestum, sum komnir vóru til landið.
Nógv úr Íslandi
Unn á Lað sigur, at av teimum tilsamans 113 útbjóðarunum ella seljarunum á básunum, er størri helmingurin úr Íslandi.
- Ísland hevur nógv at bjóða, og tey leggja stóran dent á at kunna um síni ferðavinnutilboð. Soleiðis eru eisini ymisk hotellir úr Íslandi og ymiskir útferðarmøguleikar við á teirra básum.
Unn heldur, at bæði Føroyar og Grønland eisini eru væl umboðað, hóast básarnir ikki eru líka nógvir í tali sum teir íslendsku.
Hon sigur, at áhugin fyri Grønlandi sum ferðamannalandi er vorðin stórur, tí landið selir seg sjálvt, sum hon tekur til.
- Sum ferðaskrivstova hava vit eisini til uppgávu at umboða teir møguleikar, vit hava í Føroyum, sum ikki eru við á stevnuni.
Hon sigur, at sum heild er uppgávan hjá Samvit á ferðavinnustevnuni at leita eftir nýggjum keyparum, men ikki minst at pleyga teir gomlu.
Betri skipað
Unn á Lað fegnast eisini um, at ferðavinnan í Føroyum er vorðin betri og betri skipað, sum árini eru liðin, og hon fegnast eisini um tann áhuga, sum er millum útlendsku keyparar fyri Føroyum.
- Fleiri av seljarunum og keyparunum, sum við eru, hava verið við áður, men tað eru eisini tey, sum eru við á stevnuni fyrstu ferð. Soleiðis er eisini onkur føroyskur útbjóðari við fyrstu ferð, og tað er eisini okkara uppgáva at hjálpa og vegleiða okkara ferðavinnu, tá hon hevur tørv á hesum.
Unn á Lað sigur, at tað er ein samstarvsnevnd millum Føroyar, Ísland og Grønland, NATA, sum stendur aftanfyri Vestnorden Travel Mart, og vanligt er, at sjálv fyriskipingin verður latin onkrum útbjóðara í vertslandinum.
- Hesaferð er tað so Green Gate Incoming, sum tekur sær av øllum tí praktiska, sigur hon.
PRE og POST
Longu í februar mánaða, sum stevnan er tíðliga um heystið, verður hugt eftir, hvørjir framsýnarar skulu verða á stevnuni, og hvørjir keyparar úti í heimi skulu bjóðast við.
- Meðan Green Gate Incoming skipar fyri tí praktiska í sambandi við sjálva stevnuna, taka vit okkum av tí, sum rópt verður PRE-túrum og POST-túrum, sum eru túrar, ið ávikavist standa keyparum í boði fyri og eftir Vestnorden Travel Mart.
Hon vísir á, at hesaferð vóru 5 keyparar við á PRE-túrinum, 3 úr Niðurlondum, ein úr Ruslandi og ein danskur journalistur.
- Túrurin vardi frá leygardegi til mánadag, sum stevnan byrjaði alment mánakvøldið. Vitjað varð í Suðuroy, á Viðareiði, fram við Gjógv og uppi á Sornfelli, sigur Unn á Lað.