Íslandshýsa fekk góðan prís

Í dag vóru bara knappliga 10 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Tað mesta var frá einum línuskipi, sum hevði verið undir Íslandi. Skipið seldi góð seks tons av hýsu og fekk rættiliga góðan prís fyri hana.

Tann størsta hýsan fór fyri 19,01 krónur í meðal, hýsa II fór fyri 17,66 krónur, hýsa III fyri 16,68 krónur, og meðalprísurin á hýsu IV var 14,91 krónur.

Umleið eitt tons var av kongafiski, sum fór fyri 8,50 krónur fyri kilo. Nakað var eisini av blálongu, men í dag var prísurin bara 7,00 krónur.

Tey 10 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri góðar 150.000 krónur.