Slapp einsamallur inn í Machu Picchu

Japanskur ferðamaður sat fastur í Peru í sjey mánaðir

Ein japanskur ferðamaður fekk herfyri seratgongd til fjallabýin Machu Picchu, eftir at hann hevur sitið fastur í Peru síðan mars mánaða.

Jesse Katayama kom til Peru í mars mánaði við einasta endamáli at síggja avtoftaða miðaldarbýin í Andes fjøllunum. Katayama skuldi bert vera í Peru í fáar dagar, men koronufarsóttin hevði við sær, at Machu Picchu varð stongdur fyri ferðafólki, og tí slapp Katayama ongantíð framat, skrivar The Guardian.

Machu Picchu hevur síðani verið stongt í sjey mánaðir, til nú Jesse Katayama slapp inn í fjallabýin við ovastanum fyri Machu Picchu, og sostatt er JEsse Katayama eisini fyrsta ferðafólk, ið hevur verið har í sjey mánaðir.

Um avgerðina at loyva japanska ferðamanninum inn, segði leiðslan fyri Machu Picchu, at hann var komin til Peru við bert einum endamáli - at uppliva Machu Picchu, og tí varð mett, at hann skuldi fáa møguleika at síggja býin, áðrenn hann fór aftur til Japan.

Peru er tað landið, ið hevur flest koronudeyðar í lutfalli til fólkatal, og altjóða flogferðslan hevur júst latið upp aftur, tó bert til sjey suðuramerikansk lond.