Nú bara gott 24 tímar eru eftir í hesum flytingarglugganum, ganga søgurnar dúgliga.
Størstu nøvnini á veg til nýggj feløg eru Andy Carroll (myndin), sum er nær við ein leigusáttmála við West Ham, og Dimitir Berbatov er á veg til Fulham, sambært onkrum miðlum nú til læknakanning.
Hesar søgurnar hevur Sky Sports, og heimasíðan skrivar eisini, at Nigel de Jong er flogin til Milan at samrøaðast um ein sáttmála.
Sama heimasíða sigur eisini, at miðvallarin hjá FC Keypmannahavn, Bryan Oviedo, er á veg til Everton.
Tottenham er tað liðið, sum serfrøðingar meta hevur mest brúk fyri nýggjum kreftum, og alt bendir á, at franski landsliðs málverjin verður næsta innkeypið hjá André Villas-Boas. Hugo Lloris verður mettur at kosta Tottenham 12 milliónir pund.
Fyrr í dag tryggjaði Tottenham sær belgiska landsliðsleikaran, Moussa Dembele, frá Fulham.
Líkt er kortini til, at Scott Sinclair flytir úr Swansea til Manchester City fyri 6,2 milliónir pund, og 5,5 milliónir av teimum br´jukar wsalisiska liðið at keypa kantspælaran, Pablo Hernandez, frá Valencia.
Fyrrverandi brasilska málmansstjørnan, Julio Cesar, er farin úr Milan til QPR, og Hamburger SV sær út til at hava fingið Rafael van der Vart aftur frá Tottenham.
Liverpool hevur ligið framvið eftir bæði Daniel Sturridge, Chelsea, og Fernando Llorente frá Atletic Bilbao, men hetta tóktist tó treytað av einari sølu av Andy Carroll. Spurningurin er so, hvat hendir, nú talan eftir øllum at døma verður um ein leigusáttmála fyri Carroll.
Fenerbache vil hava Michael Essien, Chelsea, og Manchester City liggur fram við eftir brasilska Inter Milan bakkinum, Maicon.
Og at enda eru bæði Tottenham og Chelsea úti eftir Marseille áleyparanum, Loic Remy, meðan seinni nevnda lið umhugsar eitt hækkað boð fyri André Schürrle frá Leverkusen.