Slavisa nýggjur venjari hjá Fleyr

Flogbóltsfelagið hevur gjørt eitt ára sáttmála við útlendska venjara

Tað verður 30 ára gamla Slavisa Tomic úr Bosnia, ið skal taka sær av venjingunum hjá flogbóltsfelagnum Fleyr komandi árið. Í tíðindaskrivi boðar felagið frá, at tey hava gjørt eitt ára sáttmála við venjaran.


- Slavisa Tomic hevur spælt flogbólt í bestu deildini í Bosnia og í Serbia í fleiri ár og hevur harumframt verið venjari hjá ungdómsliðum í heimbýnum, Zvornic, tvídeildi býurin, ið liggur báðumegin markið millum Bosnia og Serbia. Slavisa er útbúgvin ítróttarlærari og hevur m.a. arbeitt á flogbóltsskúla, skrivar Fleyr í tíðindaskrivi.


Upplýst verður, at nýggi venjarin fer at verða leikandi venjari hjá besta mansliðnum hjá Fleyr og kemur harumframt at venja flestøll dreingjaliðini hjá felagnum.


Við at seta ein útlendskan venjara í starv vónar felagið, at tað kann vera við til at økja um áhugan fyri flogbólti millum havnarfólk.


- Fleyr vónar, at útlendski venjarin kann viðvirka til, at fleiri dreingir og menn í høvuðsstaðnum fáa hug at spæla flogbólt, og at besta mansliðið og dreingjaliðini fáa neyðugan styrk, skrivar Fleyr.


Fleyr hevur frammanundan gjørt sáttmála við Kristian Mikkelsen at venja bestu kvinnuliðini í felagnum. Fleyr fer um mánaðarskiftið á venjingarlegu á Eiði, og verður hetta umframt venjing eitt samansjóðingartiltak, har allir limir felagsins luttaka. Fyrsta flogbóltskappingin fyri vaksin er um 4 vikur, tá FK-kapping fyri eldri lið verður í Havn.