Á ársfundi hjá Seðlabanka Íslands í siðstu viku segði stjórin, Már Guðmundsson, at bankin fyrireikar seg til at geva út ein nýggjan pengaseðil, sum verður 10.000 krónur.
Stjórin segði, at prísgongdin í samfelagnum og størri seðlaumfar gera, at bankin hevur mett tað rætt at koma við einum pengaseðli við størri áljóðandi virði. Hann legði afturat, at tann nýggi seðilin fer at hava fleiri og meiri fullkomnar trygdarskipanir, enn hinir pengaseðlarnir hava.
Um sjálvan 10.000 krónuseðilin segði Már Guðsmundsson, at hann líkist hinum íslendsku pengaseðlunum, og at myndaevnið á honum fer at hava samband við rithøvundin, skaldið og týðaran Jónas Hallgímsson.