Í føroysku byrjunaruppstillingini vóru longu tveir debutantar. Bæði málverjin, Gunnar Nielsen, og miðvallarin, Gudmund Nielsen, vóru fyri fyrstu ferð á vøllinum í einum A-landsdysti fyri Føroyar. Men teir skuldu ikki gerast teir einastu.
Tá 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var Gudmund avloystur av Christiani Restorff Mouritsen, og átta minuttir fyri tíð kom Páll Mohr Joensen á vøllin fyri Andreas Lava Olsen. Í yvirtíðini, eftir at Ísland hevði minkað um munin, fekk eisini Levi Hanssen tveir minuttir á vøllinum, tá hann avloysti Boga Løkin.
Hesir fimm nýggju fingu sostatt part í fyrsta føroyska landsliðssigrinum í hálvtfimta ár – ella í 30 dystir. Síðsti føroysku sigurin undan hesum var tann 18. august í 2004, tá Føroyar vunnu 3-2 á Malta í vinardysti á Svangaskarði.
Fleiri íslendingar
Skuldi onkur hildið, at nógvir føroyskir debutantar vóru í hesum eina og sama dystinum, so var tað tó lítið aftur ímóti tí, íslendingar borðreiddu við í dystinum sunnudagin. Har vóru ikki færri enn átta spælarar, sum fyri fyrstu ferð komu á vøllin í A-landsdysti.
Guðjón Árni Antoníusson, Guðjón Baldvinsson og Rúrik Gíslason byrjaðu inni, og síðani komu Óskar Örn Hauksson, Matthías Vilhjálmsson, Gunnar Már Guðmundsson, Kristinn Jónsson og Guðmundur Kristjánsson inn seinni í dystinum.
Av teimum tilsamans 17 spælarunum, sum vóru við ímóti Føroyum, eru tað bara Jóhann Berg Guðmundsson úr AZ Alkmaar og Bjarni Ólafur Eiríksson úr Vali, sum hava fingið afturval, nú íslendski hópurin til útidystin í HM-undankappingini ímóti Skotlandi um eina viku er úttikin.