Íslendingar hava viljan

Á fundinum, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipaði fyri seinasta mikukvøld, var føroyska sendikvinnan í Íslandi, Gunvør Balle, eisini boðin við fyri at halda ein fyrilestur um støðuna í Íslandi

Føroyska sendikvinnan í Íslandi legði fyri við at greiða eitt sindur frá búskaparligu gongdini í Íslandi síðani kríggið og hvussu landið hevði upplivað sveiggj í búskapinum heilt fram til 1991, tá stór broyting kom í.

- Tað var eisini tá, at bankarnir vórðu privatiseraðir og búskaparvøksturin tók rættiligan dyk á seg, segði Gunvør Balle.

Fíggjargeirin var mest vaksandi branchan í Íslandi, og fram til skrædlið í fjør vóru bankarnir vaksnir til 11 ferðir BTÚ. Eisini greiddi føroyska sendikvinnan frá hvat hendi mánaðirnar eftir skrædlið og fram til dagin í dag.

- Hesar mánaðirnar hevur tað verið ráðaloysi og nærmast kaos, sum hevur merkt Ísland síðani alt skrædnaði og landið mátti taka um endan, segði Gunvør Balle.

1991 er ein varði í íslendskum politikki. Tað var tá at stjórnin hjá David Oddson tók við og fór undir eina miðvísa liberalisering við privatisering av bankum og almennum stovnum. Ognarskatturin varð avtikin og inntøkuskatturin settur niður. Kvotaskipanin var sett í verk og í heila tikið vórðu ein rúgva av pengum leysgivnir, sum áður høvdu verið bundnir. Grunnar vóru á tremur av pengum og lóggivið var, so hesir grunnar kundu fara út at gera íløgur. So har vórðu pengar frá privatiseringum, frá kvotaskipanini og frá grunnum, sum knappliga blivu leysgivnir, greiddi Gunvør Balle frá.

Henda leysgeving førdi við sær, at tað í stóran mun varð farið út um landoddarnar at gera íløgur við ógvuliga stórum váða, har tað framman undan so at siga bert vórðu gjørdar íløgur innanlands.

Ótálmaði vøksturin hjá bankunum hevur uttan iva verið orsøkin til, at skrædlið gjørdist so ógvusligt og stórt, tá tað kom.

 

Megnaði ikki trýstið

Og júst hetta er nakað, íslendingar spyrja seg sjálvar í dag. Hvussu ber tað til, at fíggjareftirlitið ikki hevur havt betri eftirlit við bankunum. Hetta er kortini ikki ein serligur trupulleiki hjá Íslandi, men er nakað, ið kenst aftur í fleiri londum.

- Bankar í flest øllum londum hava ført eina ógvuliga ekspansiva strategi, tó at tað í Íslandi hevur verið serliga grelt, tí bankarnir hava kunna vaksið seg til 11 ferðir eina landsframleiðslu, segði Gunvør Balle.

Tað hevur verið ein trúgv upp á styrkina í fíggjarsektorinum. Íslendingar hava verið sannførdir um, at fíggjargeirin var vorðin størsta vinnan og fiskivinnan kom í aðru røð. Men tað vísti seg, at ein so lítil og opin búskapur við einari so veikari íslendskari krónu, sum ikki var tengd at nøkrum øðrum sterkari gjaldoyra, kláraði ikki at standa ímóti trýstinum, tá børsirnir byrjaðu at krakka, fyrst í USA við subprime-kreppuni.

Hetta er tað, sum Ísland hevur merkt serliga meint, og ein so lítil og opin búskapur megnaði ikki trýstið, og tí er størsta kjakevni í Íslandi í dag, um teir skulu fara upp í ES, fyri á tann hátt at fáa fatur á evruni sum gjaldoyra.

- Íslendska krónan hevur ført tey í so stórar trupulleikar og fer framvegis at halda tey í hafti, so fleiri flokkar síggja evruna sum einastu loysnina, segði Gunvør Balle.

 

Positivan hugburð

Tað er sjálvandi nógv hent hesar mánaðirnar síðani skrædlið í oktober. Partvís hevur Ísland fingið nýggja stjórn frá at hava havt eina borgarliga samgongu til nú eina vinstrasamgongu, og tey hava eyðvitað nakrar raðfestingar og venda liberaliseringspolitikkinum bakið. Sjálfstæðisflokkurin hevur sitið við valdinum í Íslandi í 18 ár, og talan er ógvuliga nógv um eina uppgerð við tann politikkin.

Man vil nú sleppa av við slíkt, sum er ógvuliga inngrógvið í íslendskan politikk eitt nú vina- og kenningarpolitikkurin, sum jú á ein ella annan hátt er góðtikin, tí tað hevur jú gingið væl.

Men tað tykist, sum íslendingar nú vilja taka alt upp at venda, og at teir vilja ganga frá teirri framferð, sum hevur verið, og at teir nú vilja venda heilt upp og niður upp á teirra mátar at gera tað upp á. So talan er í veruleikanum um eina virðisbroyting, sum fer fram í samfelagnum.

Men tað er ikki alt negativt við gongdini í Íslandi kortini. Talan er um eina samansetta mynd við positivum og kveikjandi tingum.

Kendi íslendski stríðsviljin fornoktar seg ikki. Fólk hava niðurarvaðar eginleikar at kempa fyri at yvirliva, og tað kemur teimum tilgóða nú. Íslendarar hava ein sera positivan hugburð til lívið og vilja ikki lata seg kúga.

- Tú sær eina rúgvu av sjálvbodnum tiltøkum alla møguliga staðni, har tey royna at fáa tað góða fram, og finna hættir at brúka hetta konstruktivt, segði Gunvør Balle.

Sum dømi nevnir Gunvør Balle íslendska útvarpið. Hon heldur at tað næstan virkar sum hava tey fingið forboð móti at tosa ilt um støðuna, og heldur royna at draga tað positiva fram.

- Tað hevur heilt ófatiliga stóran týdning, at ein so sterkur miðil sum útvarpið klárar at halda hesi linjuni uppi við kveikjandi og uppbyggjandi stíli, so íslendarar gera íløgu í seg sjálvar í hesum døgum heldur enn at hugsa um kreppu, segði Gunvør Balle.

Tað eru nógv onnur dømi um positiva hugburðin hjá íslendingum. Eitt nú bjóðar tannlæknaskúlin fram ókeypis viðgerð, kommunur bjóða ókeypis vitjan í svimjihøllunum fyri arbeiðsleys, og nógv onnur líknandi tiltøk kunnu upplivast í Íslandi í hesum døgum.

 

Skjótt báðar vegir

Síðani fyrilesturin hevur val verið í Íslandi, og sum væntað vann sitandi samgonga. Gunvør Balle greiddi frá, at valstríðið í stórum snúði seg um eina virðisbroyting. Íslendingar vildu ganga frá tí gamla kenda, sum hevði givið teimum tað stóra ríkidømið, men sum eisini hevði ført til stóra skrædlið.

Nú hevur samgongan so fingið neyðuga mandatið frá veljarunum, og tí er tað hugsandi, at hon kennir seg tryggari í sínum politikki. Nú eru so heimildir givnar frá fólkinum at fremja skattahækkingar og søkja um ES-limaskap.

Um longdina av kreppuni dugir føroyska sendikvinnan í Reykjavík ikki at siga.

- Tað veldst fyrst og fremst um, hvussu drúgv altjóða kreppan verður. Ímynda vit okkum, at hon rakar botnin í ár, so kann tað ganga rímiliga skjótt at venda gongdini. Líka skjótt tað gekk niðureftir, líka skjótt kann tað ganga upp aftur. Tað er fyrimunurin við einum lítlum, fleksiblum búskapi, at tað gongur skjótt báðar vegir, segði Gunvør Balle.

Hon heldur, at tað er mangt, sum talar fyri, at Ísland kann koma skjótt fyri seg, men tað veldst um mangt ymiskt, og saman um tikið er tað vónleyst at geva nakað ítøkiligt boð um hetta.