Íslendski fiskimálaráðharrin, Jón Bjarnason, hevur gjørt av, at toskakvotan í íslendskum sjógvi verður 160.000 tons næsta fiskiár ella 10.000 tons størri enn í verandi fiskiári.
Sostatt hevur ráðharrin valt at fylgja tilmælinum frá fiskifrøðingunum á Hafrannsóknarstofninum, skrivar Morgunblaðið.
Fiskimálaráðharrin hevur eisini ásett aðrar kvotur fyri næsta fiskiár. Hýsukvotan verður 50.000 tons ella 5.000 tons størri enn í verandi fiskiári, og hendan hækkingin er eisini í samsvari við tilmælið frá fiskifrøðingunum.
Harafturímóti hevur ráðharrin valt at seta upsakvotuna til 50.000 tons ella 10.000 tons meiri, enn fiskifrøðingarnir mæltu til.