Oftast er nógv virksemi á havnalagnum á Tvøroyri og í dag, tá henda myndin varð tikin, sá tað heldur trongligt út.
Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at fýra íslendsk uppsjóvarskip hava lagt leiðina framvið Tvøroyri, og á viðheftu mynd liggja skipini og bíða eftir at fara eftir svartkjafti.
Havnarmeistarin hjá Tvøroyrar havn, Jón Bogi Guttesen, heldur tað vera trongligt við havnalagið í løtuni.
- Men, tað er eisini hugnaligt, tá gestir koma. Skipini, sum liggja her í løtuni, eru Víkingur, Venus, Beitir og Børkur, siga tey í Tvøroyrar kommunu.