Íslendsk trygdarskipan fyri smærri útróðrarbátar

Soleiðis sum føroyski skipaflotin er samansettur, hevði fyrimunur verið av at brúkt íslendsku skipanina fyri fiskiskip, ið er sera væl útbygd og nútímans, ikki minst tá ræður um smærri skip, verður mælt til í álitinum um yvirtøku av Skipaeftirlitinum

Ólavur í Beiti


Í tilmælinum frá nevndini, sum hevur latið fiskimálaráðharranum álit við tí endamáli at fremja samtyktirnar um yvirtøku av skipaeftirlitinum sum sermál og seta neyðuga lóggávu í verk í hesum sambandi, mælir nevndin til, at samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um yvirtøkuna og møguligar treytir, soleiðis sum roknað varð við í 1988 og 1998. Undir hesum samráðingum kann landsstýrið vísa til frágreiðingina og lógaruppskotið sum prógv um ætlanir landsstýrisins fyri føroyskari lóggávu og umsiting av økinum eftir yvirtøkuna.

? Greiða eigur at verða fingin á, um landsstýrið ynskir at yvirtaka málsøkini vitaverk, veðurtænastu og farvatnsuppmerking, ella um stjórnin krevur at tey verða yvirtikin saman við skipaeftirlitinum.

? Spurningurin um føroyska umboðan í IMO eigur at verða loystur í sambandi við yvirtøkuna, tilmælir nevndin.


Sjóvinnufyrisitingin

Og víðari verður tilmælt, at eftir loknar samráðingar verður lógaruppskotið end-urskoðað um neyðugt og lagt fyri løgtingið, eftir at tað hevur verið sent til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum, felagsskapum og vinnuumboðum.

? Málsøkið verður umsitið av Sjóvinnufyrisitingini, ið verður skipað sum sjálvstøðug fyrisiting undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum. Avtalur verða gjørdar við donsku og íslendsku fyrisitingarnar um skipan og viðlíkahald av regluverkinum.


Egineftirlitsskipan

Hví vit skulu gera avtalur við donsku og íslendsku fyrisitingarnar grundgevur nevndin fyri, og sigur, at við tað at farma- og ferðamannaskip eru nógv tann týdningarmesti parturin av danska skipaflotanum og fiskiskip bert ein heilt lítil partur, er danska eftirlitsskipanin fyri fiskiskip minni útbygd enn fyri hini skipasløgini. Í Íslandi er støðan júst tann øvugta, svarandi til størra týdningin av fiskiskipum.

? Soleiðis sum føroyski skipaflotin er samansettur, hevði fyrimunur verið av at brúkt íslendsku skipanina fyri fiskiskip, ið er sera væl útbygd og nútímans, ikki minst tá ræður um smærri skip. Hinvegin er danska regluverkið fyri onnur skipasløg betri útbygt enn tað íslendska og sostatt betri hóskandi sum grundarlag undir einum føroyskum regluverki fyri onnur skip enn fiskiskip.

? Íslendska trygdarskip-anin fyri smærri útróðrabátar er serliga áhugaverd, tá hugsað verður um, at lítið og einki eftirlit er við hesum bátum í dag. Varð hendan skipanin sett í verk í Føroyum við møguligum tillagingum, hevði borið til at gjørt tað líðandi. Byrjað kundi verið við einari egineftirlitsskipan, har eigarin sendir inn oyðublað til Sjóvinnufyrisitingina við upplýsingum um trygdarstøðuna. Eftirlitið kundi verið skipað í samstarvi við Fiskiveiðieftirlitið, tá stovnurin sum nú er hevur eftirlit við opnum bátum sambært lógini um bjargingarútgerð á opnum bátum, sigur nevndin í álitinum.