Hóast tað frammanundan var kunngjørt, at Ísland bara skuldi manna seg við leikarum frá heimligu deildini, er ein leikari úr hollendsku deildini at finna á listanum. Talan er um bara 18 ára gamla miðvallaran Aron Einar Gunnarsson, sum til dagligt spælir við hollendska AZ Alkmaar.
Nevningarverdasti leikarin má sigast at vera 33 ára gamli áleyparin, Tryggvi Guðmundsson. Hann er við sínum 40 dystum royndasti maður á liðnum, og hevur skotið 14 mál fyri íslandska landsliðið, sum er fjórðmest í fótbóltssøgu Íslands. Fyrsta mál hansara fyri Ísland skoraði hann ímóti júst Føroyum. Hetta fall í vinardysti landanna millum í juli 1997, har hann sum innskiftari gjørdist sigursharri við at skora einasta málið í 1-0 sigrinum.
Íslendska landsliðið
Málmenn:
Kjartan Sturluson, Valur
Stefán Logi Magnússon, KR
Útileikarar:
Helgi Sigurðsson, Valur
Tryggvi Guðmundsson, FH
Marel Baldvinsson, Breiðablik,
Baldur Ingimar Aðalsteinsson, Valur
Atli Sveinn Þórarinsson, Valur
Birkir Már Sævarsson, Valur
Bjarni Ólafur Eiríksson, Valur
Davíð Þór Viðarsson, FH
Jónas Guðni Sævarsson, KR
Pálmi Rafn Pálmason, Valur
Aron Einar Gunnarsson, AZ Alkmaar
Guðmann Þórisson, Breiðablik
Guðmundur Reynir Gunnarsson, KR
Hallgrímur Jónasson, Keflavík
Heimir Einarsson, ÍA
Hjörtur Logi Valgarðsson, FH