Íslendska stjórnin er á veg ímóti stórsigri

Eina viku undan valinum bendir alt á, at stjórnin fer at vinnan dyggan sigur og harvið fer at eiga tryggan meiriluta í Altinginum Um eina viku ? leygardagin 25. apríl - verður val í Íslandi, og í løtuni bendir alt á, at stjórnarflokkarnir fara at vinna so mikið dyggan sigur, at teir fara at hava stóran meiriluta í Altinginum aftanfyri seg.

Í løtuni mynda Samfylkingin og Vinstru Grønu minnilutastjórn. Samfylkingin tryggjar parlamentariska grundarlagið undir stjórnini.

Teir báðir stjórnarflokkarnir eiga nú 27 av teimum 63 altingsmonnunum. Í gjár varð veljarakanning kunngjørd í Ríkisútvaprinum og Morgunblaðnum. Kanningin sigur, at tingmannatalið hjá stjórnarflokkunum nú hevði verið 40!

Samfylkingin hevði verið størsti flokkur við 21 tingmonnum (+3), men størstu framgongdina sammett við valið 12. mai 2007 høvdu Vinstru Grønu havt. Flokkurin hevði nú fingið 19 tingmenn (+10)!

Stóri taparin hevði verið gamli stjórnarflokkurin. Sjálvstæðisflokkurin hevði fingið 16 tingmenn (-9), og Framsóknarflokkurin hevði varðveitt teir 7 tingmenninar, sum hann fekk á valinum fyri tveimum árum síðani.

Á tíðindafundi í dag segði nýggi formaðurin í Sjálvstæðisflokkinum, Bjarni Benadiktson, at tað nú ræður um hjá flokkinum at vinna eitt prosent av veljarunum hvønn einasta dag í vikuni fram til valið.

Einki bendir á, at tað fer at verða soleiðis, tí sammett við kanninga, sum varð kunngjørd fyri einari viku síðani, so hevur Sjálvstæðisflokkurin mist 2,4 prosent. Samfylkingin hevur mist 1,9 prosent. Vinstru Grønu hava seinastu vikuna havt eina framgongd upp á 2,8 prosent, og Framsóknarflokkurin hevur havt eina framgongd upp á 1,3 prosent.

Eingin annar flokkur røkkur sambært kanningini upp um tinggáttina, sum er 5 prosent.