Teir báðir stjórnarflokkarnir hava fingið 32 av teimum 63 tingsessunum. Tað eydnaðist kortini Sjálfstæðisflokkinum og Framóknarflokkinum at varðveita meirilutan í Altinginum, men tað leikaði hart á.
Í gjárkvøldið og í nátt skifti millum samgonguna og andstøðuna, men nú 99,4 prosent av atkvøðunum eru taldar í morgun, hevur samgongan fingið 32 av teimum 63 tinglimunum og harvið ein sera tepran meiriluta.
Sjálfstæðisflokkurin fekk 24 tingmenn og sostatt tveir afturat, meðan Framsóknarflokkurin misti fýra og fekk 8 umboð á ting.