Tónleikur
- Íslendskar kvinnur elska Jógvan, hann er vorðin ein av størstu poppstjørnunum her. Eg vænti, at somikið nógvar íslendskar kvinnur eru forelskaðar í Jógvan, at hann skuldi verið tryggur eisini í komandi umfari. Orðini eigur Føroyavinurin, Jens Guð, ið aftur fríggjakvøldið í íslendskum sjónvarpi sá Jógvan Hansen syngja seg víðari í kappingini X-Factor.
Jógvan er ein av 9 luttakarum, ið eru eftir í sendingini, ið er best umtókta sjónvarpssending nakrantíð í Íslandi. Áskoðararnir atkvøða við sms-atkvøðum, og síðan velur dómsnevndin millum tey, ið fáa fæstar atkvøður. Jens Guð greiðir frá, at í sendingini fríggjadagin vóru tríggir sangarar í vandabólkinum og Jógvan taldist ikki ímillum teirra. Áður hevur Jens Guð mett, at Jógvan fór at vera í vanda fyri at verða sendur heim skjótt, tí hann ikki hevur sama íslendska bakland, ið atkvøður fyri honum, sum fleiri av hinum luttakarunum hava. Men nú er vent í holuni og Jens Guð væntar, at atkvøður frá forelskaðum kvinnum eru neyðuga baklandið.
Jógvan sang fríggjakvøldið 80’ára lagið Dancing In The Moonlight hjá Toploader og gjørdi hetta sera sannførandi.
Fyrrverandi Aria og Kularrøtur sangarin er vorðið eitt sera kent navn í Íslandi eftir, at nakrar vinkonur meldaðu hann til stóru sangkappingina. Í farnu viku hevði Fréttablaðið stóra grein um vælumtókta klaksvíkingin, ið sambært Jens Guð er nýggjasta føroyska superstjørnan í Íslandi.
- Fólk eru farin at spyrja. um einki mark er fyri, hvussu nógvar góðar sangarar Føroyar megnar at fostra. Eivør er longu eitt av størstu tónleikanøvnunum her, og onnur nøvn sum Høgni Lisberg, Lena Andersen, Brandur Enni, Týr, 200, Makrel og Deja Vu hava verið nógv spæld í Íslandi. Við 48.000 íbúgvum tykjast føroyingar at hava eins nógvar góðar sangarar, sum Ísland hevur við sínum 307.000 íbúgvum, og hetta má sigast at vera flott, greiðir Jens Guð frá.
Hann sigur seg gleða seg til 31. mars, tá AME aftur vitjar í Reykjavík. Tí áhugin fyri føroyskum tónleiki er sera stórur.