Íslendski forsetin fer frá í mai

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grimsson, kunngjørdi í nýggjársrøðu síni í dag, at hann fer úr embætinum í mai. Ólafur Ragnar hevur verið forseti síðani 1996, men hann stillar ikki uppaftur.

Í røðuni segði tann 68 ára gamli forsetin at hann ætlar sær at fáa meiri tíð til familjuna, tá hann fer frá. Harafturat ætlar hann at vera meiri virkin politiskt og sosialt.

Íslendski forsetin hevur avmarkað vald, men hann kann sýta fyri at staðfesta lógir, sum Altingið hevur samtykt. Hesa heimildina brúkti Ólafur Ragnar Grímsson í sambandi við eina avtalu, sum Ísland gjørdi við Bretland og Niðurlond um ta sokallaðu Icesave-skuldina.