?Hetta er størsta løtan í íslendskari ítróttarsøgu!? So avgjørdur var forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, tá íslendska sjónvarpið, RUV hevði samrøðu við hann, aftaná minniliga hálvfinalusigurin uppá 36-30 ímóti Spania. Hann frøddist um íslendska sigursviljan og máttin hjá íslendsku spælarunum. Forsetafrúan, Dorrit Mousaieff tók undir við manninum og segði: ?Ísland er ikki nakað lítið land?. Ólafur Ragnar heldur, at sama um Ísland vinnur gull ella silvur, so verður talan um eina sanna tjóðarhátíð í Íslandi, tá dysturin skal spælast. Finalan millum Ísland og Frakland verður sunnumorgun kl. 8.45, føroyska tíð!