Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vil ikki staðfesta lógina um, at íslendska ríkið skal veðhalda fyri skuldbindingar hjá Icesave-bankanum. Forsetin boðaði frá avgerð síni fyri einari løtu síðani.
Avgerðin hjá forsetanum merkir, at spurningurin um Icesave-málið skal til fólkaatkvøðu.
-Við hesum fær tjóðin valdið og ábyrgdina í sínar hendur, stendur í fráboðanini frá forsetanum.