Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og konan vitjaðu í dag íslendska forsetan á Bessastøðum Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, takkaði hjartaliga føroyingum fyri stuðulin.
-Stuðulin úr Føroyum er enn eitt tekin um gott vinalag og sterku bondini landanna millum. Hetta sigi eg ikki bert sum forseti, men sum umboð fyri allar íslendingar. Kemur tú út á smærri fiskivinnupláss og millum eldri íslendingar, kenna tey til sterku bondini millum Ísland og Føroyar. Stuðulin úr Føroyum hevur mint yngra ættarliðið um týdningin av sterku vinabondunum millum okkara fólk, segði Ólafur Ragnar Grimsson.
Samstundis heitti forseti Íslands á Jørgen Niclasen um at bera politisku skipanini og øllum Føroya fólki eina serstaka tøkk.Á almennu vitjanini í Íslandi hevur føroyski uttanríkisráðharrin fingið eina stórfingna móttøku.
Jørgen Niclasen er eisini ovfarin av móttøkuni frá íslendingum.
-Eg eri rørdur av móttøkuni í Íslandi. Tú merkir veruliga, hvussu takksamir íslendingar eru fyri útrættu hondina úr Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.
Almenna vitjaniní Íslandi endar í dag.