Íslendski forsetin vitjar

Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, kemur á almenna vitjan í Føroyum í morgin. Vitjanin endar leygardagin

 

Forsetavitjan

Íslendski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson, kemur til Føroya á almenna vitjan frá hósdegnum til leygardagin. Í fylgi við honum er eisini frú Dorrit Moussaieff, sum er ensk.

Ólavur Ragnar Grímsson varð í 1974 giftur Guðrún Katrín Þorbergsdóttir, og tey eiga saman tvíburðar, Dalla og Tinna, sum eru føddar í 1975. Tann 12. oktober 1998 doyði Guðrún Katrín av krabbameini.

Seinni hitti forsetin ta ensku Dorrit Moussaieff, sum á ferðini til Føroya umboðar Ísland sum forsetafrúa.

Ólafur Ragnar Grímsson er føddur í Ísafirði tann 14. mai 1943. Har vaks hann upp og gekk í skúla, til hann fór á studentaskúla í Reykjavík, haðani hann tók prógv í 1962.

Síðan gekk leiðin til Englands, har hann las við unirveristetið í Manchester. Í 1965 tók hann BA í búskapi og samfelagsfrøði. Í 1970 tók hann PhD í samfelagsfrøði og byrjaði at undirvísa við Háskóla Íslands.

Hann gjørdist seinni porofessari við Hákólan og varð har, til hann í 1988 gjørdist fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Steingrími Hermanssyni.

Eitt sindur ymiska kós hevur Ólafur Ragnar havt í sínum politiska lívi. Hann var í árunum 1966 til 1973 nevndarlimur í ungmannafelag Framsóknarfloksins, eins og hann eisini var nevndarlimur floksins frá 1971 til 1973.

Hann gjørdist altingsmaður fyri Mið- Vinstrasamgonguna í 1974 og varð samstundis formaður fyri samgonguni.

Í 1978 varð hann valdur í altingið fyri Altýðu Bandalagið (Kommunistaflokkin). Hann var formaður fyri tingbólkin frá 1980 til 1983 og formaður floksins fram til 1995. Umframt hevur hann havt fleiri álitisstørv, bæði í Íslandi og útheiminum.

Í 1996 varð Ólafur Ragnar Grímsson valdur til fimta forseta Íslands og varð afturvaldur í fjør.