Íslendski hópurin til oddadystin í Zagreb

Kroatia og Ísland spæla oddadyst í HM-undankappingarbólki I, leygardagin 12. november

Um eina viku skal íslendska landsliðið spæla oddadyst ímóti Kroatia á útivølli á Maximir leikvøllinum í kroatiska høvuðsstaðnum, Zagreb. Bæði liðini hava sjey stig aftaná tríggjar dystir. Ukraina hevur fimm stig á triðja plássi.

 

Talan er um sama leikvøll har íslendska HM-vónin brast fyri trimum árum síðani, tá íslendingar taptu seinna HM play off dystin 0-2 aftaná javnleik 0-0 í Reykjavík. Hesaferð hava íslendingar tó tann fyrimun, at eingir áskoðarar verða til dystin, tí Kroatia verður revsað fyri ringan atburð hjá heimaáskoðarunum í undanfarnu undankappingini.

 

Íslendski landsliðsvenjarin hevur tikið út henda hópin :

 

MálverjarFelag
Hannes Þór HalldórssonRanders FC
Ögmundur KristinssonHammarby
Ingvar JónssonSandefjord
  
Verjuspælarar 
Birkir Már SævarssonHammarby
Ragnar SigurðssonFulham FC
Kári ÁrnasonMalmö FF
Ari Freyr SkúlasonKSC Lokeren
Sverrir Ingi IngasonKSC Lokeren
Hörður Björgvin MagnússonBristol City FC
Hólmar Örn EyjólfssonRosenborg BK
  
Miðvallarar 
Aron Einar GunnarssonCardiff City FC
Emil HallfreðssonUdinese Calcio
Birkir BjarnasonFC Basel
Jóhann Berg GuðmundssonBurnley FC
Gylfi Þór SigurðssonSwansea City FC
Theódór Elmar BjarnasonAGF
Ólafur Ingi SkúlasonKardemir Karabükspor
Rúnar Már SigurjónssonGrasshopper-Club
Arnór Ingvi TraustasonSK Rapid Wien
  
Áleyparar 
Jón Daði BöðvarssonWolverhampton Wanderers FC
Viðar KjartanssonMaccabi Tel Aviv
Elías Már ÓmarssonIFK Gautaborg
Björn Bergmann SigurðarsonMolde BK