Íslendskir høvdingar hittast í Gundadali

NSÍ venjarin var í síni tíð venjari hjá HB venjaranum, ið sum venjari hevur vunnið nógv meistaraheiti í Íslandi

Seinnapartin verður áhugaverd uppgerð í Gundadali. HB og NSÍ, sum verða roknað millum FM biðlarnar, hava sett hvørjum øðrum stevnu.

Setningurin hjá HB er at verja FM heitið, meðan hann hjá NSÍ er at lyfta seg eitt pláss hægri enn í fjør, tá ið tað endaði við silvurkrónum.

 

Felags fyri HB og NSÍ er, at venjarin er íslendingur. Heimir Guðjónsson kom, sá og sigraði í fjør, tá ið HB púra óvæntað vann FM. Hann veit, hvat tað snýr seg um, tí umframt at vinna FM við HB, hevur hann vunnið fimm meistaraheiti sum venjari hjá FH úr Hafnafirði.

 

NSÍ venjarin Guðjón Ꝥórðarson var í síni tíð íslendskur landsliðsvenjari. Í samrøðu við VikuskiftisSosialin hesa ferð segði hann, at honum varð í 2008 bjóðað at taka við sum føroyskur landsliðsvenjari, men hann takkaði fyri og tók heldur við venjarastarvi í Onglandi, sigur Guðjón Ꝥórðarson.

NSÍ venjarin var í síni tíð venjari hjá Heimi Guðjónsson, og teir báðir hava ofta havt ábyrgdina av liðum í íslendsku landskappingini.

Í dag hittast teir fyri fyrstu ferð sum ábyrgdarmenn fyri lið í bestu føroysku deildini.

- Guðjón Ꝥórðarson er nágreiniligur venjari, sum krevur nógv bæði av sær sjálvum og sínum monnum. So tað verður heilt víst spennandi ídag, tá ið vit báðar fara at standa andlit til andlit. Talan er um týdningarmikla uppgerð. Mínir menn eru klárir, og kenni eg NSÍ venjaran rætt, so eru hansara menn klárir at fara undir spennandi avbjóðingina, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson.

 

Felags fyri teir báðar íslendsku venjararnar er, at teir kenna væl hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, sum eigur fortíð í íslendskum fótbólti.

-Í fyrsta umfari ráddi tað nógv um ikki at tapa. Tí varð ivaleyst meiri fokus á at verja enn at leypa á og skora mál. Hetta broytist so skjótt, sum bólturin er farin á rull, og tað kann hugsast, at tað longu í dag fer at siggjast, at báðir partar fara at leggja meiri fyri í roynd at vinna, sigur Jens Martin Knudsen.

 

Hjá HB er miðvallarin Tróndur Jensen nógv saknaður. Tað verður roknað við, at hann verður uttanfyri í nakrar vikur aftrat. Sebastian Pingel er eisini skaddur.

Daniel Johansen var á næstbesta liðnum allan dystin á tamb ímóti B68 í gjár. Ætlanin var, at hann skuldi verða skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tá vóru longu tríggir spælarar skiftir út, og so var neyðugt hjá Daniel Johansen at halda fram á vøllinum.

Hjá NSÍ verður miðverjin Per Langgaard aftur á listanum eftir skaðasteðg. Í gjár var hann á næstbesta liðnum í 68 minuttir.

Øssur Dalbúð er framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um vongverjin Bárður J. Hansen verður førur fyri at spæla seinnapartin. Hann er darvaður av lærskaða.