Sleppa at parkera á Skálatrøð í næstu viku

– Alt er gjørt í sátt og semju við Tórshavnar kommunu um, hvussu og nær parerkingsøkið á Skálatrøð aftur er tókt til parkering.

 

Tað sigur Andrass Thomsen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð.

 

Hann vísir á, at helvtin av parkeringsplássinum longu er tókt.

 

Í grein á in.fo fyrr í dag vísti Høgni Lützen, stjóri í handlinum Valdemar Lützen, sína ónøgd við, at ítróttarráðið leggur hald á parkeringsplássini so leingi.

 

Les eisini: Ólavsøku-órudd tekur 130 parkeringspláss

– Men tað er altso ikki bara sum at siga tað at taka tað stóra tjaldið niðuraftur, og tað kann als ikki samanberast við tjaldið hjá Summarfestivalinum, sigur hann.

 

Hann vísir á, at fleiri stórir kranabilar mugu vera við til at seta tjaldið og at taka tað niðuraftur.

 

– Tað skal eisini góðkennast av arbeiðseftirlitinum, og tað skal festast væl í vegin, so tað heldur, um hann kom við nógvum vindi, vísir Andrass Thomsen á.

 

– Vit hava eisini arbeitt alt vikuskiftið við at ruddað, so tað er ikki rætt, at einki er ruddað fyrr enn í dag. Men vit hava heldur ikki so nógv fólk at taka av, vit hava bara eini 10-20 fólk.

 

Andrass Thomsen vísir á, at tað kostar Tórshavnar Ítróttarráð um 100.000 krónur at seta tjaldið upp og taka tað niðuraftur, so talan er ikki um smápengar.

 

Sambært avtaluni við Tórshavnar kommunu, so skal økið verða liðugt ruddað fríggjadagin, so tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at fólk, sum hava ørindi í miðbýnum, aftur sleppa at parkera á øllum básunum á Skálatrøð.

 

HER SÆST lýsingin frá Tórshavnar kommu um, hvussu leingi parkeringsøkið á Skálatrøð veðrur stongt.