Á tingfundinum í dag fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av lógaruppskoti frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at leingja tíðarskeiðið, har loyvt er at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, við trimum árum til tann 1. juni 2020.
Løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. veitir heimild at lata loyvi at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi. Henda lóg kom í gildi tann 1. juni 2014 og fer úr gildi aftur tann 1. juni 2017.
Endamálið við uppskotinum er at varðveita heimildina at lata loyvi at skjóta grágæs í trý ár afturat. Hetta verður gjørt við at broyta úrgildissetingina í løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., so lógin í staðin fyri at fara úr gildi 1. juni 2017 fer úr gildi aftur tann 1. juni 2020.
Fuglaveiðilógin varð broytt í 2014 fyri at avmarka fíggjarligu avleiðingarnar fyri bøndur, sum standast av, at grágás legst á velt lendi. Tá fekst heimild til at lata loyvi at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, og soleiðis fyribyrgja skaða á slóttubø og velt lendi hjá bóndum. Hetta er framvegis ein trupulleiki hjá bóndum, og við hesum uppskoti verður heimildin longd í trý ár til 1. juni 2020.
Landsstýrismaðurin hevur lagt umsitingina av loyvum til at skjóta grágás, sum setur seg og ger skaða á velt lendi, til Búnaðarstovuna at umsita.
Tíðarskeiðið frá 2014 til 2016 hava 31 søkt um loyvi at skjóta grágás. 3 loyvi eru ikki latin, tí treytirnar ikki vóru loknar, og eitt loyvi er burturdottið. Sostatt eru 27 galdandi loyvi.
Loyvishavari skal boða frá, hvussu nógvar gæs eru skotnar. Hesar fráboðanir eru skrásettar hjá Búnaðarstovuni:
2014: 47 gæs
2015: 266 gæs
2016: 217 gæs.
Umsøkjarar hava víst á, at slóttulendið verður illa bitið og traðkað niður av gásini, umframt at gásin dálkar sera illa. Av tí sama fæst nógv minni grøði av lendinum. Størsti trupulleikin er um várið, tá gróðurin byrjar, og so um heystið; bæði eftirgróður, men eisini annar slóttur, hjá teimum, sum sláa tvær ferðir, verður heilt oyðilagdur av gæsnum. Eisini tey, sum velta røtur og epli, hava stórar trupulleikar, um ta tíðina, tá tað er klárt at taka upp. Gæsnar bíta í øll eplini ella røturnar, so tað ikki er søluvøra.
Talið á grágás hevur verið vaksandi, og blíva tær sera spakar, so tað er ikki nokk at reka tær burtur ella at hava fuglaskrímsl. Heldur ikki er nokk at skjóta upp í loft ella í vøllin, har tær ganga. Um ikki onkur gás verður dripin, hevur tað onga ávirkan.
Loyvishavarar meta, at tað hevur stóran týdning fyri landbúnaðin at hava loyvi at skjóta grágæs, ta tíð á árinum, tær eru ein trupulleiki. Ikki verður skotið fyri at veiða, men bert tá tað er neyðugt fyri at bjarga ella verja grøðina. Tað styggir gásina, at skotið verður burturav. Tá halda gæsnar seg burtur í nakrar dagar, onkuntíð í longri tíð, eftir at nakrar eru skotnar.
Tað sær út til, at gásin flytur seg runt í landinum. Onkuntíð er trupulleikin stórur eina staðni og aðrar tíðir onkra aðra staðni. Umsóknir eru komnar úr stórt sæð øllum landinum, úr Suðuroy til Viðoy. Tær flestu umsóknirnar eru úr Streymoynni.
Ásett varð í lógarbroytingini í 2014, at landsstýrismaðurin skal stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágæs verða framdar. Hesar kanningar eru ikki enn settar í verk. Landsstýrismaðurin fer at leggja eina ætlan fyri at seta kanningar og vísindaligar teljingar av grágás í verk, ið kann nýtast sum grundarlag undir eini stovnsmeting og eini burðardyggari umsitingarætlan fyri grágásastovnin.
Skráin til tingfundin í dag sær soleiðis út:
Hósdagur, 30. Mars 2017, kl. 10:00
1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 91/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg umfuglaveiðu v.m. (Leingja tíðarskeiðið at skjóta grágæs)
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 71/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om psykologer m.v.
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 111/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017, og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)
Málið verður beint í Mentanarnevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 74/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipan uttanlands og lønarískoyti til tillagað strv)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 117/2016: Uppskot til samtyktar um trúboðanarvirki v.m.
Málið verður beint í Rættarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 73/2016: Uppskot til samtyktar um alivinnuna í Suðuroy
Málið verður beint í Vinnunevndina
7. Framløga