Sleppa ikki at lýsa á Facebook longur

Løgtingið hevur í dag samtykt broytingar í rúsdrekkalógini, sum eisini fevna um lýsingar á talgildum miðlum

Sambært grein 11 í nýggju rúsdrekkalógini, so er beinleiðis ásett, at tað ikki er loyvt at lýsa við rúsdrekka á talgildum miðlum, sum eitt nú Facebook.

 

Tað er rættiliga vanligt, at skeinkistøð lýsa við tí sum í vanligum miðlum, í bløðum, útvarpi ella sjónvarpi, hevði verið mett sum rúsdrekkalýsing. Við nýggju rúsdrekkalógini, sum Løgtingið samtykti í dag, er hetta ólógligt.

Grein 11 í nýggju rúsdrekkalógini er soljóðandi:

»§ 11. Í miðlum, undir hesum eisini talgildum miðlum og øðrum miðlum, sum venda sær til ein skara í Føroyum, er ikki loyvt at lýsa við sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka.«

Áður hevur hetta bara verið galdandi fyri siðbundnar føroyskar miðlar sum bløð, eisini á netinum, útvarp og sjónvarp.

Lýsingar sum hendan eru púra vanligar á sosialu miðlunum í Føroyum. Áhugavert verður at vita, hvar markið gongur fyri at vita, hvat er ein lýsing.

 

##med2##