Sleppa ikki til endurvenjing í heilsuverkinum

Tað eru nøkur, sum missa rættin til at at fáa endurvenjing í føroyska heilsuverkinum

Mynd: Landssjúkrahúsið

Nógv verður tosað um, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólk kunnu fáa endurvenjing eftir skurðviðgerðir, og annað. Men Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir á, at tað eru ikki øll, sum sleppa til endurvenjingar í føroyska heilsuverkinum. Og nú vil hann hava eina frágreiðing frá partamanninum, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum um, hví tað eru summi, sum ikki sleppa framat.

 

Helgi Abrahamsen vísir á, at tað eru nøkur, sum hava privatar sjúkratryggingar og sum sostatt verða skurðviðgjørd aðrastaðni enn á einum av sjúkrahúsunum í Føroyum. Men hesi fólkini missa samstundis rættin til at fáa endurvenjing í føroyska heilsuverkinum, leggur hann afturat.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur sæð dømi um, at fólk ið standa á bíðilista til at fáa skurðviðgerð, og sum hava egna sjúkratrygging. Tey hava fingið at vita frá heilsuverkinum, at brúka tey tryggingina og fáa skurðviðgerðina aðrastaðni, missa tey rættin til endurvenjing í heilsuverkinum.

 

Hjá tí sjúka kann bíðitíðin vera ring, og tí er tað væl skiljandi, at fólk vilja nýta teir møguleikar ið eru, fyri at linna pínuna, sigur Helgi Abrahamsen. Men er avleiðingin, at tey ikki fáa endurvenjing, skulu tey ímillum at verða skurðviðgjørd beinanvegin, men uttan endurvenjing - ella tey kunnu ganga við pínu og bíða eftir at sleppa fram at á einum føroyskum sjúkrahúsi fyri at tey eisini kunnu fáa endurvenjingina, sigur Helgi Abrahamsen. Landsstýrismaðurin skal svara spurninginum um mánaðarskiftið.

 

Mynd: Landssjúkrahúsið