G-festivalurin í Gøtu, sum verður um ein góðan mánað, verður ikki heilt sum ætlað. Korona ger um seg og tað hevur elvt til, at nakrir av teimum útlendingum, sum skulud koma á G at spæla í summar, hava givið avboð.
Í fjør var festivalurin avlýstur, men í ár varð støðan mett at vera batnað so mikið, at tað bar til at halda festivalin og tí varð gjørt av, at G-festivalurin skuldi vera frá 11. T til 13. juli.
Tá ið vit fóru undir arbeiðið við festivalinum, vistu vit, at tað kanska fór at ganga strilti at fáa bólkar, og fáa allar tónleikaranar til Føroyar, alt eftir hvussu støðan var her - og rundan um okkum, sigur G-festivalurin á á heimasíðuni.
Og rætt fingu tey, tí tey siga, at ótryggleikin í sambandi við ferðing, sum korona-støðan er nú, hevur havt við sær, at tey hava verið noydd at broyta skránn.
Tað hendir í kjalarvørrinum á, at nakrir av teimum útlendsku tónleikarunum, sum skuldi koma til Føroyar at spæla, sleppa ikki hendavegin, sum støðan er. Talan er um José González, Asaf Avidan, Busy P, og MYD, sum hava givið, men fyrireikararnir siga, at roynt verður at fáa tey til Føroya næsta ár ístaðin.
– Við núverandi sóttarhaldsreglum, ber tað ikki til hjá teimum at koma til Føroyar, og samstundis at halda aðrar bindandi avtalur, sigur G-festivalurin á heimasíðuni.
Tey siga, at tey gera tað, tey kunnu fyri at fáa skránna so fjølbroytta og umfatandi, sum til ber, men tey siga, at tað er ikki óhugsandi, at fleiri broytingar verða. Men hetta eru viðurskifti, tey onga ávirkan hava á, so tey vóna, at støðan batnar nú vit nærkast festivalinum.