So spennandi tað er hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen at spæla í bundesliguni við THW Kiel, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf, so er tað helst eitt minus í bókini, at dystir vera leiktir í bundesliguni í jólavikuni heilt fram til nýggjárs.
Men hetta ætlar týska hondbóltssambandið at broyta. Frank Bohmann, stjóri í týska hondbóltssambandinum sigur við týskar miðlar, at í 2026 er ætlanin, at seinastu dystirnir í kalendaraárinum skulu leikast 23. desember. Hann staðfestir, at tað hevur verið ynskið hjá fleiri leikarum í bundesliguni, og nú verður lurtað eftir hesum ynskinum. Kappingin liggur altíð still í januar, tí tá er antin EM- ella HM-endaspæl á skránni.
Tó verður talan um ein ávísan inntøkumiss hjá feløgunum í bundesliguni, tí áskoðaratølini til dystirnar í jólavikuni hava ofta verið sera høg, tí tá hava nógvir av fjepparunum frí.











