Sleppur frá at ríva húsini niður aftur

Ein maður, sum fekk eitt ólógligt byggiloyvi frá Klaksvíkar Býráði, sleppur undan at ríva húsini niður aftur, men Klaksvíkar Býráð og innlendismálaráðið skulu betala 160.000 krónur fyri at hava givið og góðkent eitt ólógligt byggiloyvi

Er tað nakar, sum dróg andan lættan á miðdegi í gjár, er tað eitt ungt par í Klaksvík. Tey sleppa nevniliga frá at ríva síni spildurnýggj sethús niður.

Á miðdegi í gjár feldi Føroya rættur dóm í einum tí drúgvasta byggimálinum í manna minni.

Talan er um eini nýggj hús, sum eru bygd í einum gomlum bústaðarøki í Klaksvík.

Men grannarnir kærdu, tí teir mettu, at tað var ólógligt av Klaksvíkar Býráðið at geva byggiloyvið til húsini, tí grundstykkið var ov lítið eftir byggissamtyktini og húsini ov stór.

Málið hevur verið alla mylnuna ígjøgnum, tí tað varð kært bæði til Klaksvíkar Býráð, til Løgtingsins Umboðsmann og til Landsstýrið.

Men onki hjálpti, tí Klaksvíkar Býráð stóð við sítt og Landsstýrið endaði eisini við at góðtaka byggiloyvið.

Síðani endaði málið í Føroya Rætti, har málið varð viðgjørt í samfullar tveir dagar.

Og á miðdegi í gjár fall so hamarin.

Og dómarin í Føroya Rætti sigur, at maðurin, sum fekk byggiloyvi hevur onki ólógligt gjørt og tískil verður hann fríkendur.

Men hinvegin staðfestir rætturin, at tað var ólógligt av Klaksvíkar Býráði at geva honum byggiloyvi.

Rætturin staðfestir, at í hesum føri var talan um eitt so stórt frávik í byggisamtyktini, at tað var ólógligt.

Í sama viðfangi var tað sjálvandi eisini ólógligt av landsstýrinum at góðkenna byggiloyvið.

Hetta er í samsvari við niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum eisini sigur, at byggiloyvið var ólógligt.

Av tí sama gjørdi Føroya Rættur av, at Klaksvíkar Býráð og landsstýrið skulu betala grannunum, sum løgdu sakina, 100.000 krónur í endurgjaldi tilsamans.

Men grannarnir skulu síðani betala manninum, sum fekk byggiloyvið og bygdi húsini, 80.000 krónur aftur fyri tann sakarmálskostnað, sum hann hevur havt.

Sostatt hava tey 20.000 eftir.

Upprunaliga kravdu grannarnir 200.000 krónur í endurgjaldi og at húsini, sum ólógligt byggiloyvi var givið til, vórðu tikin niður aftur.

Men dómarin metti, at her er talan um so virðismikla ogn, at tað er ov stórt inntriv at taka tey niður aftur, so húsini verða standandi.


Fimm ára gamalt stríð

Alt málið tók dik á seg, tá ið ein maður í 2003 søkti Klaksvíkar Kommunu um byggiloyvi á einum stykki, hann hevði fingið frá skyldfólki.

Eftir byggisamtyktini, skulu grundstykkini í hesum økinum verða minst 400 fermetrar og nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,3.

Men hesar treytir lýkur hetta stykkið ikki, tí tað er bara 323 fermetrar og nýtslustigið er 0,51 eftir tekningunum, sum húsini skuldu byggjast eftir.

Men Klaksvíkar kommuna gjørdi undantak og játtaði byggiloyvi kortini.

Men grannarnir kærdu, tí teir siga, at húsini eru so stór, at tey eru til ampa fyri grannalagið og harafturat hava tey mist útsýnið.

Tá ið málið var kært til oljumálaráðið, sum tá var, mælti býarskipanarnevndin hjá ráðnum frá at góðkenna byggiloyvið.

Men oljumálaráðið fylgdi ikki tilmælinum og staðfesti byggiloyvið.

Tá ið oljumálaráðið varð niðurlagt, endaði málið í innlendismálaráðnum og eisini har var niðurstøðan, at byggiloyvið var ílagi.


Skuldi verðið steðgað

Tá ið málið var fyri í rættinum, førdu grannarnir fram, at tá ið talan var um eitt kærumál, áttu byggingin at verið steðgað, til avgerð var fallin í málinum.

Teir hildu ikki, at tað kann vera rætt, at byggingin heldur fram, sum um at onki var hent. Tá ið so kæran loksins er endaliga avgjørd, eru húsini liðug, men tá er ov seint at gera nakað og verða húsini bara standandi.

Sjálvur heldur maðurin, sum hevði fingið byggiloyvi, at hann hevði onki gjørt uttan at hildið seg strangt til eitt byggiloyvi, hann hevði fingið frá kommununi.

Hann gjørdi eisini greitt, at fekk hetta fíggjarligar avleiðingar, fór hann at krevja endurgjald og tað kann lættliga blíva yvir tvær milliónir, skuldi tað ringasta hent, so at hann verður noyddur at taka húsini niður aftur.

Kommunan helt, at tá ið kærumyndugleikin, sum fyrst var oljumálaráðið og síðani innlendismálaráðið, komu til ta niðurstøðu, at byggiloyvið var ílagi, hevði kommunan skyldu at útskriva loyvi, so at maðurin kundi fara undir at byggja, tí tað hevði umsøkjarin krav upp á.