Sleppur helst undan deyðarevsing

Í Iran sigur ein talsmaður, at myndugleikarnir hava ógildað deyðadómin, sum ein dómstólur feldi ímóti kvinnuni Sakineh Mohammadi Ashtiani. Hon bleiv dømd til at verða steinað og síðani hongd fyri dráp og ótrúskap, men nú sleppur hon undan báðum revsingunum. Ístaðin fyri skal hon sita 10 ár í fongsli.

Sum skilst hava myndugleikarnir broytt deyðadómin, tí Sakineh Mohammadi Ashtiani eigur tvey børn, sum hava biðið myndugleikarnar veita mammuni grið. Men avgerðin er eisini tikin orsakað av stórum trýsti úr fleiri londum og frá fleiri felagsskapum.

Í juni segði táverandi brasilski forsetin, Luiz Inacio da Silva, at Sakineh Mohammadi Ashtiani kundi fáa politiskt friðskjól í Brasil, men tað er ivasamt, um teir iransku myndugleikarnir vilja lata hana sleppa av landinum.