Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Kjell Magne Bondevik sleppur ikki til Kina at vitja. Tey boðini hevur hann fingið frá teimum kinesisku myndugleikunum, og norskir eygleiðarar ivast ikki í, at avgerðin er enn ein avleiðing av, at kinesiski andstøðingurin Liu Xiaobo fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 2010.
Kjell Magne Bondevik (myndin), sum var norskur forsætisráðharri frá 1997 til 2000 og aftur frá 2001 til 2005, skuldi halda fyrilestur á einari ráðstevnu í Kina í vikuni, men tað kann hann ikki. Bondevik sigur við Aftenposten, at hann hevur ikki fingið nakra grundgeving fyri, hví hann ikki kann fáa innferðarloyvi til Kina. Kinesiska sendistovan í Oslo hevur bert boðað honum frá, at hann kann ikki fáa tey neyðugu loyvini úr Beijing.
-Eg átti ongan lut í avgerðini at lata Liu Xiaono friðarheiðurslønina, men kanska hava teir kinesisku myndugleikarnir lisið, at eg tók undir við avgerðini, sigur Kjell Magne Bondevik við Aftenposten.